Málsetningur
Byrja Upp Serundirvísing Byrjanarundirvísing Málsetningur Happing Tilbúgvingarætlan

 


Byrja
Upp

Málsetningur og virðisgrundarlag skúlans

Skúlin á Fossanesi

 Málsetningur skúlans byggir á tey kristnu virðini

 

Málsetningur skúlans er saman við foreldrunum at skapa

  • arbeiðsgleði
  • tryggleika
  • trivnað

 fyri, at næmingarnir fáa eitt gott støðið at standa á.

 

Hetta náa vit við-

  • at øll, børn og vaksin, kenna ábyrgd av tí dagliga arbeiðinum
  • at vit í skúlanum vísa virðing og tolsemi fyri hvørjum øðrum
  • at vit gera greitt hvat ein krevur og vantar av øðrum
  • at skúlin mennir næmingin til at taka ábyrd fyri egnari læru
  • at skúlin tilvita fyrireikar næmingin til at taka lut í einum fólkaræðisligum samfelag
  • at hava eitt gott samstarv millum lærara og næming
  • at hava eitt gott samstarv millum skúla og heim
  • at stuðla tí einstaka næminginum í fjøllbroyttu menningini

Skúlin leggur dent á fakliga arbeiðið. Hetta verður framt við ymiskum mátum so sum bókligum og handaligum arbeiði tvørtur um lærigreina- og flokkamark.

Skúlin væntar at foreldrini vísa áhuga fyri skúlans arbeiðið, at næmingarnir møta rættstundis, eru hvíldir, at skil er á skúlataskuni/penalarhúsinum, hava gjørt skúlating, hava matpakka við, eru klæddir eftir veðrinum, eru positivir og hava fólkaligan atburð.