Happing
Byrja Upp Serundirvísing Byrjanarundirvísing Málsetningur Happing Tilbúgvingarætlan

 


Byrja
Upp

Happing

 

Inngangur

 

Fyri at vit kunna gera eina menningarætlan fyri happing á okkara skúla, hava vit valt at gjørt eitt spurnarblað fyri at finna út av hvussu støðan er og hvat vit hava at arbeiða við.

 

Vit hava eisini valt at gera eitt slagorð ímóti happing. Hetta byggir á kristi grundarlag. Eisini fara vit at lýsa happing, happaran og tann happaða.

 

At enda fara vit at skriva nakað um fyribyrgjandi arbeiði ímóti happing.

 

 

Støðan á okkara skúla

 

Eingin skrivlig mannagongd hevur verið á skúlanum, men trupulleikarnir hava verið tiknir upp so hvørt.

 

Vit hava sum lærarar eisini altíð eitt vakið eyga við, hvussu støðan er í flokkinum. Um trupulleikar stinga seg upp, royna vit at fáa greiði á tí beinanvegin.

 

Tá happing kemur til sjóndar, steðga vit á, finna út av hvat er hent og tosa við partarnar hvør sær. Vit samla øll (flokkin) saman og seta orð á tað, sum er hent. Vit boða eisini heimunum frá.

 

Ì samband við hesa menningarætlan, hava vit gjørt eitt spurnarblað. Spurnarblaðið hevur til endamáls at finna út av hvussu støðan er á okkara skúla.

Ætlanin er, at spurnarblaðið skal sendast heim eina ferð um árið.  Hetta verður beint áðrenn foreldraviðtaluna um heystið. (sí viðlagt skjal)

 

 

Okkara slagorð fyri at vinna á happing er:

 

Stóra kærleiksboðið

Alt tað, sum tit vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum.

Matt. 7,12

 

Hvat er happing

 

Sjónlig happing

·        Ljót eyknevni

·        Sparka, sláa, buka og spýta

·        Oyðileggja ognarlutir

·        Peika og flenna

·        Hótta

·        Niðurgera

 

Fjald happing

·        Útspilling

·        Lygnir

·        Venda bakið

·        Særandi orð

·        Eyðmýkjan

·        Avbyrgd og útihýst frá bólkinum

                                 

Happarin

Hvussu kenna vit ein sjónligan happara? Hvørjar eginleikar hevur hann?

                

                 Eginleikar:

·        Áleypandi sinnalag

·        Hug at hevja seg yvir vinunum, floksfeløgunum, lærarunum og foreldrunum

·        Góða sjálvsfatan

·        Vánaliga ella onga samkenslu við øðrum

·        Ikki serliga avhildin

Kann eisini vera/hava:

·        Vánaliga sjálvsfatan

·        Stóran tørv á umsorgan

·        Provokerandi

·        Órógvandi

·        Lúgva og stjala

·        Fíggindaliga sinnaður

·        Aggressivur

·        Søkir ikki hjálp

·        Ikki álit á øðrum

·        Vanur við avvísan og skilir ikki umsorgan

 

Hvussu kenna vit ein fjaldan happara? Hvørjar eginleikar hevur hann?

                

Eginleikar:

·        Ynskir at fáa vald

·        Karismatiskur á ein negativan hátt

·        Samlar tey, ið hava minst sjálvsálit rundan um seg

·        Tann, ið ikki aktar, verður koyrdur út í kuldan og álopin

·        Bangin fyri kapping og brúkar øll snildi at fáa mótstøðumannin niður við nakkanum

·        Brúkar hjálpararnar at fremja hansara skitna arbeiði

·        Sjálvur vil hann traðka fram sum tann fitti og hjálpsami persónurin

·        Forførir

·        Brúkar fólk til egnan fyrimun

·        Øvundsjúkur

 

Ein happaður

Hvussu kenna vit ein happaðan? Hvørjir eru eginleikarnir?

 

                 Eginleikar:

·        Hevur torført við at seta markið fyri, hvussu onnur kunnu fara um hann

·        Er fittur, hjálpsamur og ger sína skyldu

·        Kensluborin

·        Lætt við at kenna sym- og empati

·        Øðrvísi

·        Sjálvstøðugur/hjálparleysur

·        Ikki tørv á at fylgja aftaná

·        Skitin/luktar illa

·        Sterkur

·        Ódugnaligur

·        Likamliga veikur

·        Vakur og dugnaligur

·        Fátækur/ríkur

Annars kunnu tey flestu verða happað, um ágangurin er nóg ógvusligur.

 

 

Fyribyrgjandi arbeiði móti happing

 

Næmingasamrøður:                  Hesar samrøður eru tvær ferðir um árið, ein um heystið og ein um várið. Samrøðurnar verða gjørdar í samband við foreldraviðtaluna. Samrøðurnar geva okkum ábending um hvussu næmingurin hevur tað á skúlanum. Um tað vísir seg at næmingur verður happaður, verður hetta tikið upp beinanvegin við foreldrini og næmingarnar (partarnar)

 

Foreldraviðtala/                 Viðtalur eru tvær ferðir um árið (heyst og vár). Spurnarblaðið

Spurnarblað:                 skal sendast heim eina ferð um árið, hetta verður gjørt áðrenn foreldraviðtaluna um heystið. (sí viðlagt skjal)

 

Spøl :                          Góð spøl inni í flokkinum og úti í skúlagarðinum.

 

Sosial tiltøk:                 Vit skipa fyri sosialum tiltøkum saman við næmingunum. Tað

kann t.d. vera at sova á skúlanum, útferðir, hugnakvøld saman við foreldrunum. Eisini er tilfar á skúlanum sum stuðlar tí persónligu sosialu menningini, ið kann nýtast í flokkinum (Lions-quest).

 

Undirvísing:                 Læra næmingar at virða hvønn annan (Stóra kærleiksboðið)

 

Skúlin/heimið:                  Foreldrakvøld um happing. Uppleggið kundi verið ein góð grein ella ein fyrilestur. Aftaná kjak um evnið. Foreldur hava eisini ábyrgd. Hvat kann skúlin gera? Hvat kann heimið gera?

 

 

  Keldulisti

 

Grundbog mod mobning, Helle Rabøl Hansen, Gyldendals lærerbibliotek

 

Mobning - også et forældreansvar, John Aasted Halse, Dafolo

 

Mobning - er også et forældrenes ansvar, grein í Helse nr. 6 juni 2005

 

Tema: Happing, Skúlablaðið 5/2005