|
|
Menningarætlan fyri byrjanarundirvísing
StøðulýsingHvar eru vit stødd nú ? Sum nú er, koma foreldur og børn norður á skúlan at vera innskrivaði í januar mánaði. Her fáa tey teirra fyrstu fatan av, hvussu skúlin er. Tey tekna eina mynd og hanga hana upp á veggin. Henda myndin hongur á vegginum, tá ið tey byrja í skúlanum eftir summarfrítíðina. Tey fáa eisini post frá skúlanum, við eini bók (Stuttlig plusstøl). Eisini koma tey ”í skúla” ein vanligan skúladag. Her fáa tey so innlit í, hvussu ein skúladagur gongur. Vanliga er 1. flokkur saman við 2. flokki. Vit hava eina tímatalvu at ganga eftir. Tímatalvan er lærugreinabýtt. Fyrsta tíðin gongur við at læra at vera í skúla. Men tann ”vanliga” undirvísingin byrjar mest sum beinanvegin.
Tað góða avrikiðTað er væleydnað, tá ið børnini tíma at koma í skúla og kenna seg væl á skúlanum og halda, tað er stuttligt at læra. Tað er umráðandi at fáa læringina inn uppá ein stuttligan máta.
Mál / VirksemisætlanHvat vilja vit náa? Og hvat skulu vit gera til tess at náa málinum? Mál - at foreldrini vera við í menningini av næminginum - at næmingarnir duga at vera saman sosialt - at næmingurin fær góð upplivilsi - at menna hugin at læra
Vit vilja skapa heild í skúladagin. - tíð til djúphugsan - ikki so lærugreinabýtt - so fáir lærarar eru knýttir at flokkinum sum gjørligt Møta næminginum har hann er.- tosa við foreldur og barn við skúlaársbyrjan (lýsa førleikar, menningarstig og sterkar og veikar síðir). Við at taka støði í barnsins sterku síðum, kunnu vit menna sosialar, fakligar og arbeiðsligar førleikar hjá barninum. Sosial menning- trivnaður - næmingar verða tiknir við uppá ráð - samstarv millum skúla og heim Faklig menning (sí leiðbeinandi lesiætlan fyri skúlan og ársætlanirnar fyri tær einstøku lærugreininar)- lesing / skriving - rokning - handaligar lærugreinir/motorikkur - aðrar lærugreinir - læri- og arbeiðshættir - Amboð/hjálp til at røkka settum málum - sernámsfrøðilig hjálp til fakliga læring - sernámsfrøðilig hjálp til næmingar í kreppu/atferðartrupuleikum - eftirútbúgvning - tveylæraraskipan eftir tørvi/tímajáttan - undirvísingartilfar
Serlig viðurskifti í byrjanarundurvísingini - næmingar og lærarar læra at kenna hvønn annan - næmingar læra at vera í skúla - trivnaður, samstarv og samskifti - byrjanarundurvísing í lesing og rokning - samskipan av undirvísingini – heildarfatan - skipan av skúladegnum - motorisk venjing
Eftirmetingarætlan Hvat skal verða eftirmett?- tað sosiala - tað fakliga Hvussu skulu vit eftirmeta?- samrøður : lærarar/lærarar lærari/næmingur lærari/foreldur Hvør eftirmetir? - lærarin sum hevur viðkomandi flokk
Ásetingar úr Fólkaskúlalógini
§ 2 § 5 stk. 1 § 21
|