|
|
|
PROGRAMMERING AV ROBOTTINA
Um vit skullu hava robottin at gera ymiskt, er neyðugt at programmera hann. Forritið til NXT robottin verður skrivað á einari vanligari teldu og so flutt á goymslu í robottinum. Goymslan í robottinum eitur NXT og kann sigast at verða heilan í robottinum. Forritið sigur so robottin hvussu t.d. motorarnar skullu brúkast, spæla ljóð og nógv annað sum vit ætla okkum robottin skal gerða.
Tá ið LEGO Mindstorms NXT forritið verður opnað, sært ein valmynd á skíggjanum. Áðrenn tú sleppur víðari mást tú skráseta brúkaraprofilur, so øll forritini hjá tær verða goymd á einum staði í telduni. Far inn undir ”EDIT” OG ”MANAGE PROFILES” OG klikk á ”CREATE” (stovna) knøttin og skriva navn títt. Nú erklárt at gera eitt robottforrit. Hevur tú longu gjørt eitt forrit, men hevur brúk fyri at gera broytingar, klikkir tú ístaðin á pílin undir ”Open recent program” og velur forritið, sum rættast skal.

Mynd 2-1 Skermynd av NXT-forritinum.
|
|
|
aftur
Valmyndir, amboðsbjálkin og arbeiðsøkið
Programmeringsvalmyndin
Grundleggjandi NXT hugtøk
Handfaring av programeindum
Tillaging av arbeiðsøkinum
Ger forritið einfalt at lesa
|
|