|
Hvat er FIRST
LEGO League?
First Lego
League er ein kapping, har ung fólk kappast um at byggja
robottar úr Lego, og programmera teir at gera ymsar uppgávur.
Kappingin í Føroyum er ein av fleiri 100, sum eru
samstundis um allan heimin. Vinnandi liðið luttekur í
norðurlendsku kappingini.
Kappingin er sera fjølbroytt!
Luttakararnir skulu m.a. byggja ein robott úr Lego, sum so
skal programmerast til at gera nakrar uppgávur á einum borði.
Liðini kappast tvey og tvey, inntil ein vinnari er funnin.
Umframt sjálva robottkoyringina
skulu luttakararnir eisini have eitt show, hava eina
ástøðiliga framløgu og annað um eitt ávís evni.
Virðislønir
Í alt eru 7 virðislønir, stór Legosteyp, sum kappast verður
um. Virðislønirnar verða givnar fyri innlit í evnið fyri
kappingina, samstarv í bólkinum, tøknikunnleika til bygging
og programmering av robottinum, fyri framførslu og til
nummar eitt og tvey í sjálvari tólmenniskappingini. Tann 7.
virðislønin er til tann bólkin, sum hevur víst bestu
úrslitini, besta hegni, samstarv og kunnleika í allari
kappingini, og verða tey føroyameistara í FFL og
føroysk umboð í norðurlendsku finaluna
Les meir um
FLL á www.hjernekraft.org og www.nvd.fo
|