Leys størv 2009

Søkt verður eftir 4 lærarum til Felagsskúlan á Oyrarbakka

 

4 føst fulltíðarstørv.

 Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

  •  Førleikakrøv

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu linjum/lærugreinaøkjum.

Umsøkjarar við aðrari viðkomandi útbúgving eru vælkomnir at søkja, men kunnu tó ikki setast í fast starv.

 

Hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum læru-greinum/lærugreinaøkjum í 8., 9. og 10. fl. :

- undirvísa gentum í ítrótti og svimjing

- undirvísa í handverk og list

- undirvísa í støddfrøði og alisfrøði

- undirvísa í føroyskum, donskum, enskum og týskum

- undirvísa í kristni, lívfrøði, landalæru og søgu

 

  • Søkt verður eftir lærarum, sum

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans

skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

- duga at samstarva og eru fyrikomandi

- eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

 

  • Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Felagsskúlin á Oyrarbakka. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 -  29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Størvini verða sett frá 1. august 2009.

 

  • Um skúlan

Felagsskúlin á Oyrarbakka er ein nútímans skúli við teimum hentleikum, lærubókum og aðrari útgerð, ið dygdargóð frálæra krevur av einum skúla. Stovurnar eru ljósar við góðari luftútskiftingarskipan.

Í Felagsskúlanum ganga 90 næmingar í 8., 9., og 10. flokki og har starvast 11 lærarar.

 Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 13 mai kl.:12.00.

Meira fæst at vita um størvini frá skúlaleiðaranum á tel. 422 084 ella fartel. 212 084

 

Felagsskúlin á Oyrarbakka , Skúlavegur 8 , 400  Oyrarbakki

 

 

 

 

Hit Counter