Kelda: www.bergur.net

 

Sudoku-meistarar 2005 í Felagsskúlanum á Oyrarbakka  8.b :

 

f.v.: Bjørg, Poul, Niels, Elin Maria og Gurli

 

 

Um Sudoku:

Sudoku er ein talkrossgáta, har tað ræður um at fáa tølini 1-9 at passa inn í hvørt vatnrætt rað, hvørt lodrætt rað og í hvønn 3x3 fýrakant. Tølini mugu bert koma fyri eina ferð, og tað er bert ein røtt loysn.

Sudoku er ikki av japanskum uppruna, hóast tað kundi ljóðað soleiðis. Ein blindur matematikari úr Sveis uppfann byrjanina til Sudoku longu í 18. øld. Í 1970-árunum fann ein amerikanari, ið arbeiddi fyri Dell Puzzle Magazine í New York, upp á sniðið við 9 fýrakantum, sum vit kenna í dag.

Nøkur ár seinni gjørdist spælið sera væl umtókt í Japan og fekk navnið Sudoku, sum merkir tal (su) og einsamalt (doku). Ikki fyrr enn í 2004 kom Sudoku rættiliga til sín rætt í Evropa, tá enska avísin The Times útgav talgátuna. Í dag er hetta heilastimbrandi spæl blivið ein sonn landaplága um okkara leiðir!

Nógvar uppgávur um Soduku finnur tú á : www.bergur.net/sudoku/sudoku1.html