9 A. á námsferð í Danmark 2006:
Tíðindi frá 9.a
mai 2006:
Sum sagt so fóru vit í djóragarðin. Har vóru nógv spennandi djór at síggja. Veðrið var gott, so vit brúktu fleiri tímar inni har. Vit vóru býtt í bólkar, tí vit sleppa ongantíð at vera færri enn 3 í bólki. Um kvøldið sleppa vit ikki út, uttan so at onkur vaksin er við. Hetta eru reglurnar fyri øll ungfólk í Berlin undir 17 ár.
Nú vit hava verið her í nakrar dagar, trívast vit bara betri og betri. Sum sagt vóru vit í djóragarðinum, og tað var áhugavert. Nógv djór og dreingir. Alt líka pent og gott at hyggja at. Aftaná at vit høvdu hugt okkum runt, fingu vit okkum eta. Seinni á kvøldi sluppu vit leys frá lærarunum eina løtu. Nøkur fóru í handlar at hyggja eftur klæðum, meðan onnur vóru eftir á Vallarheiminum á Intetrnetinum. Vit fóru í song kl. 22.
Vit sóu einki til nakað 1. mai dagshald, tí vit fóru ikki inn í býin. Sostatt hvørki sóu ella hoyrdu vit um nakað rok í býnum, soleiðis sum tit hava hoyrt í Føroyum.
- mai 2006:
Vit fóru til Sachsenhausen, týningarleguna. Tað var rættiliga áhugavert. Gott nokk var ikki tann stóri parturin eftir av týningarleguni. Men tað, ið var eftir av bygningunum, gav okkum møguleika at ímynda okkum, hvussu tað hevur sæð út.
Á veg heimaftur rendu vit okkum í langar bilrøðir, so tað gekk eitt sindur longri tíð, enn vit høvdu ætlað, áðrenn vit sluppu í býin at shoppa.
- mai 2006:
Í dag fara vit til Póllands.
Vit senda meira tíðindi seinni. Øll lata heilsa og hava tað gott.
9. a á uttanlandsferð
Her eru nøkur tíðindi frá okkum. Vit hava tað gott, og alt hevur gingið væl.
Túrurin við Norrønu gekk væl. Veðrið var gott. Túrurin gekk undir heitinum “Vælverutúrur” og tað kann sigast , at vit høvdu tað rættiliga stuttligt. Showmenn spældu til dans, og tað vóru nógvir skúlaflokkar, sum vóru við á túrinum, eisini ein festligur flokkur frá Tekniska skúla í Tórshavn. ;) Tá tað nú var vælverutúrur, so vóru eisini frisørir umborð, so nøkur í flokkinum hava fingið orðnað sær frisyruna. Og onkur genta fór eisini til andlitsviðgerð.
Leygarmorgunin løgdu vit at í Hanstholm. Veðrið var ikki betur enn næst best, tá man hoyrdi heimanífrá, at tað var sól í Føroyum – hjá okkum var yvurskíggjað. Vit fóru at koyra suðureftir, og steðgaðu á hjá Gisleyg, mammu Asbjørg, tað var faktiskt orduliga gott, tí tað var nokkso strævið at sita so leingi í bussi. Gisleyg hevði gjørt okkum ein lekran grýturætt, og so fingu vit ís omaná, og sodavatn í blikkum afturvið. Tá vit høvdu verið har eina løtu, fóru vit at koyra víðari, suður í móti Berlin. Tíbetur steðgaðu vit á, so vit fingu strekt beinini inn í millum. Tá vit vóru komin nakað langt suður í Týskland byrjaði at regna. Og tað R e g n a ð i (við stóra R). Vit vóru í Berlin í øllum góðum um 1 tíðina.
Sunnudagin 30.04.2006 høvdu vit leigað eina guide, til at vísa okkum runt í Berlin, hon vísti okkum tey støðini, sum eyðkenna Berlin. Til dømis vísti hon okkum, hvar tað var, at Hitler gjørdi sjálvmorð. So á tí staðnum hava vit staðið akkurát 61 ár eftir, at Hitler gjørdi sjálvmorð, tað var jú tann 30.04.1945.
Tá ið hon var liðug at vísa okkum runt, fóru vit at ganga til har, sum bussurin var parkeraður. Á veg har til sóu vit ymiskt undirhald. Har var ein orduligur hestavognur við stáskløddum førarum, sum man kundi sleppa ein túr við, men tað kostaði nakrar eurur fyri ein hálvan tíma, so tað hildu vit okkum frá at prøva. Eisini sóu vit menn, sum vóru livandi standmyndir, tað var rættuliga stuttligt at síggja.
Tá ið vit komu heim aftur á vallaraheimið, fóru vit líka inn við ymiskum vit høvdu havt við okkum í býin, og á wc. Og síðan fóru vit á McDonalds, sum var beint við vallaraheimið at fáa okkum okkurt at eta. Tá øll vóru mett og væl sett, fóru vit at leita okkum til sengurnar, hetta hevði verið ein langur dagur.
Í dag er so mánadagur, 1 mai, og tað er ein eyðkendur dagur í Týsklandi, sum verður hátíðarhildin. Tríggjar gentur, Anna Rúna og Leivur hava verið úti rennitúr, og annars so eru vit ikki komin nakað serligt út á dagin. Vit hava etið morgunmat, og eru nú við at gera okkum klár til at fara í býin, vit fara at hyggja eftir Gedenknings kirkjuni. Kirkjan bleiv bumbað undir krígnum, ein og nógvir aðrir bygningar í Berlin. Eftir tað fara vit í djóragarðin, Berlin Zoo, sum er stórsti zoologiski havi í Europa, - úr kamarinum síggja vit yvur á zoo. Tá vit hava verið har og hugt, fara vit til Sjónvarpstornið.
Tá ið vit komu til vallaraheimið um náttina, blivu vit eitt sindur kløkk, tað lá mitt í Berlin, og tað var leygarkvøld, so tað var eitt sindur ógvusligt inntryk vit fingu. Nú vit hava verið her í tvær nætur, trívast vit bara væl.
Vit vóna tit hava tað líka gott, sum vit har heima. Tit hoyra meir frá okkum.
Heilsan
9.A