Takkarøða

 

 

Takkarøða hildin 09-04-2005 í Miðhøll skúlans

Fráferð Hans Erlands

 

Eg fari í hesum sambandi at nýta høvi til at siga nøkur fá orð.

 

Hans Erland hevur valt at fara frá , nú  hann er farin um tey 64 árini. Í 1964 tók hann læraraprógv og gjørdist lærari á Eiði sama árið. Har starvaðist hann til 1974 við undantak av einum ári, tá ið hann var lærari í Venjingarskúlanum. Sjálvur tók eg prógv í 1967 og gjørdist eisini  lærari á Eiði. Soleiðis komu okkara leiðir at fylgjast - fyrst á Læraraskúlanum, har vit ikki kendu hvønn annan, og síðan í Eiðis skúla. Eg gekk í 1. flokki í Læraraskúlanum, tá ið Hans Erland gekk seinasta árið í 4. flokki. Tá var einki samband millum tey smáu í 1.flokki og tey stóru í 4.flokki. Men kortini er okkurt frá teirri tíðini, ið bitið seg hevur fast í minnið. Eg haldi, at tað var eitt uppslag at fáa fólk at syngja í kóri, har Hans Erland stóð aftanfyri - hann skuldi leiða kórið. Í øllum førum var hansara navn nevnt. Og sum vit vita, hevur hann gjørt nógv við kórsang síðan tá.

 

Í mínum setanarbrævið frá1967 stóð, at eg skuldi tola at verða fluttur suður í ein møguligan Felagsskúla í Sundalagnum. So longu tá hava ætlanir verið um henda skúlan.

Skúlavirksemið byrjaði her í 1971 við ongum bygningi og ongum lærarum. Húsast varð í eini læntari skúlastovu í Norðskála-Oyrar skúla og læntum lærarum í økinum her. Hans Erland var ein av teimum læntu lærarunum. Tá læt at kalla alt seg gera - koyrt var ímillum skúlarnar í fríkorterinum.

 

1.jan. 1974 gjørdist Hans Erland  skúlastjóri  í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, tá stóð bygningurin í gerð - hann var liðugur 1. apríl sama árið.

Fyrstu lærararnir vóru settir 1.aug.1974, og sjálvur var eg ein teirra. Tað kundi kanska sæð soleiðis út, sum um eg elti Hans Erland. Men vit mugu minnast til, at her var so nógv, sum dró, nýggjar avbjóðingar við nýggjum skúla og nýggjum ungum lærarum. Og eg má ásanna, at hetta hava verið nøkur frálík ár við einum góðum skipara. Felags fyri flestu okkara tá og eisini skiparan var, at vit vóru ógift. Hetta helt sær í nøkur ár, men so fór at dragna , ein fyri og annar eftir giftist - Hans Erland helt tørn leingi - men onkur helt tørn longur.

 

Hans Erland hevur teir eginleikar, sum eyðkenna ein góðan skipara: evnagóður, nærlagdur, stundisligur, djarvur og hjartagóður. Hann er ein maður við myndugleika. Dugir væl at leggja til rættis, fittur í hondunum. Tí sum kemur frá hansara hond, har hanga leparnir ikki við. Hann er fornur, dugir væl at goyma og er góður at heita á og góður í ráðum. Sjálvur hevur hann onkuntíð nevnt, at hann er ov pertentligur. Tað haldi eg ikki. Hann er vælgerin, og tað hevur gagnað skúlanum. Hann hevur dugað væl við næmingunum , hann hevur verið góður við teir, og teir við hann. Tað gav at býta, tá ið ein av næmingunum helt røðu í sambandi við, at Hans Erland fer. Hann segði millum annað gott, at Hans Erland hevði verið ein tryggleiki á skúlanum.

Sama sigi eg, og eg haldi, at eg havi hinar lærararnar við mær. Tú hevur verið ein fyrimynd fyri okkum øll, og eitt gott umboð fyri skúlan.

Hesi 40 árini, ið tú hevur verið í skúlaverkinum, er nógv broytt. At fylgja við hesum broytingum hevur tú dugað væl. Tær hava kravt nógv av lærarum og ikki minst av leiðarunum. Eg skilji væl  teir lærarar, ið halda hetta seinasta nýggja við ársverki og virksemisætlanum  vera tyngjandi. Tað at vera skúlastjóri er í sjálvum sær eitt krevjandi starv, og hetta seinasta nýggja hevur økt munandi um byrðina.

 

Hóast vit lærarar, ið eftir eru, harmast um at missa teg, so unna vit tær væl eitt lættari lív við minni ábyrgd. At lyfta byrðina eftir teg verður ikki lætt, sjálvt um sagt verður, at maður kemur í mans stað. Vit vóna sjálvandi tað besta fyri skúlan og ynskja eftir, at nýggi stjórin kann lyfta arvin eftir teg.

 

At enda fari eg at takka tær fyri alla tíðina, vit hava verið saman - fyri gott samstarv. Um ikki altíð heilt samdir, so hava vit altíð drigið somu lína.

Tú kanst fara frá við upplyftum høvdi - eftir teg er ein vælrikin skúli. Sjálvur ert tú væl fyri, hví ikki vitja aftur her, um ikki annað sum avloysari?

Vegna lærararnar fari eg at takka tær fyri tíðina og fyri gott samstarv. Og vit lærarar vilja fegnir nýta hetta høvið at handa tær eina gávu, sum tú verður biðin um at koma upp her at taka ímóti.

 

Páll Sivertsen

 

 Hit Counter