|
Felagsskúlin á Oyrarbakka
Tann 28. august 1973 undirskrivaðu hesar kommunur sáttmála um
Felagsskúlan á Oyrarbakka:
Eiðis kommuna, Kollafjarðar kommuna, Gjáar kommuna, Haldarsvíkar
kommuna, Hósvíkar kommuna, Saksunar kommuna, Hvalvíkar kommuna og
Sunda kommuna.
Rætt at ganga í Felagsskúlanum á Oyrarbakka høvdu eisini
næmingar úr Funnings kommunu.
1. januar 2001 tók Kollafjarðar kommuna seg úr felagsskapinum og
legði saman við Tórshavnar kommunu.
Sambært sáttmálanum er skúlin ætlaður teimum eldru næmingunum
úr oman fyri nevndu kommunum. Næmingarnir skulu vera oman fyri tann
undirvísingarskylduga aldurin. Tann kommunali myndugleikin hjá
skúlanum er Felagsskúlastýrið. Í Felagsskúlastýrinum sita
bygdaráðslimir úr skúlasamtakinum, har kommunurnar eru soleiðis
umboðaðar:
Eiðis kommuna 2 umboð
Gjáar kommuna 1 umboð
Haldarsvíkar kommuna 1 umboð
Hósvíkar kommuna 1 umboð
Saksunar kommuna 1 umboð
Hvalvíkar/Sunda kommunur 3 umboð
Í skúlastýrinum fyri Felagsskúlan sita 3 foreldraumboð, 2
kommunustýrisumboð, 1 starvsfólkaumboð og skúlastjórin, sum er
skrivari.
Felagsskúlin á Oyrarbakka er einasti skúli í landinum av sínum
slagi, við tað at hann bert hevur framhaldsdeild. Í skúlanum eru
tríggir árgangir 8., 9. og 10. árgangur. Síðani Kollafjørður tók
seg burtur úr, hevur næmingatalið ligið nakað oman fyi 100.
Upprunaliga byrjaði skúlin longu í august í 1971 við einum
realskeiði. Skúlaárið 1971/72 var ein 1. realflokkur, og árið eftir
1972/73 vóru tveir flokkar: ein 1. real- og ein 2. real-flokkur.
Í 1973/74 vórðu 3 flokkar tiknir inn aftrat: ein realflokkur og
tveir 8. flokkar. Hesi trý skúlaárini 71/72, 72/73 og 73/74 mátti
skúlin húsast ymiska staðni, tí sjálvur skúlabygningurin var ikki
liðugur fyrr enn 1. apríl í 1974. Í 1979-1980 varð bygt aftrat
skúlanum, og í 2004 varð farið undir ný- og umbygging,
og 1. byggistig t.e. umvæling av svimjihøll og fimleikarahøll var liðugt
í agust 2006.
Í septembur 2007 var
farið undir 2. byggistig at at umvæla sjálvan skúlan, og verður
tann sunnara helvtin væntandi liðug umvæld at taka í nýtslu við
skúlaársbyrjan í januar 2008. Tá verður norðara helvtin gjørd og mett at
verða liðugt umvæld í august 2008.
Í septembur 2008 er í
kjallarahæddini í norðari helvtini farið undir at umvæla smíðstovuna og
klárgera Handarb./Liststovuna. Arbeiði verður væntandi liðugt umvælt at
taka í nýtslu eftir heystfrítíðina 2008.
í august 2009 er allur
skúlin liðugt høvuðsumvældur
|