|
Internetið er vorðið ein nátúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Tað er sera umráðandi, at børn og ung læra at handfara miðilin, so hann verður teimum til gagns. Tað er tí neyðugt, at foreldur, skúli og tey, sum eru um børn og ung, eru opin, tosa við børnini og í felag hjálpa teimum at taka støðu til tað, sum er at finna á internetinum. Fyri børn og ung er internetið ikki nýggj tøkni. Tøknin hevur verið til, alt tað sum tey minnast. Internetið er náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá teimum. Tey hava atgongd til tað úr heimi, úr skúla, av bókasavni og øðrum almennum støðum. Sum í øðrum lívsins viðurskiftum er umráðandi, at børn fáa at vita, hvussu tey eiga at bera seg at og hvat krevst av teimum. Tey, sum eru um børn, eiga ikki at skjóta seg undir, at børnini helst vita meira um internetið enn tey sjálvi, tí hóast børn og ung kanska vita meira um tøkni og at reika á netinum, so er tað tey avvarandi, sum hava flest royndir í lívsins viðurskiftum. Tað eru tey vaksnu, sum vanliga hava flestu royndir við normum, reglum, vandum og gleði.
|