Skrivar tú nógv brøv, er tað ein fyrimunur at hava
automatiska undirskrift, tí tá verður ein fastur tekstur settur niðast,
hvørja ferð tú gert eitt nýtt bræv.
- Trýst á knappin Indstillinger:
- Vel varðakortið Meddelelsesfunktioner og
varðakortið Signatur.
- Set flugubein í og skriva
undirskriftartekstin.

Setur tú ikki flugubein í Føj automatisk signatur til
nye meddelelser, mást tú høgraklikkja í skjalið og velja
Indsæt signatur niðast í valmyndini. |