Til forsíðu...
Forsíða Upp
 

Spam

Hjá summum er spam postur ein sonn plága, tí postkassin er fullur av óviðkomandi posti. Fyri at bøta um henda trupulleika, kanst tú gera tær eina mappu til spam postin og eina reglu, sum flytir postin í mappuna, tá ið tú fært spam post.

Mappan

  1. Opna MailBox og vel Fil, Ny, Ny Mappe.
  2. Gev mappuni navnið SPAM.

Les meira um postmappur her.

Reglan

  1. Høgraklikk á Mailbox og vel Regler.

  2. Vel Fil, Ny, Ny modtag regel.

  3. Í HVIS set Spam niveau er størri enn t.d. 10 (hægri talið er, meira sleppur ígjøgnum)

  4. Í vel Gem mappe og skriva navnið á mappuni (SPAM).

  5. Trýst á Gem og lat MailBox Rules mappuna aftur.

GG

Skipanin kann ikki kenna allan spam post, og tí fer nakað av spam posti ígjøgnum okkara filtur og endar í MailBox. Tað kann eisini koma fyri, at okkurt fer í spam mappuna, sum tú fegin vilt hava, so best er at hyggja ígjøgnum mappuna av og á, og síðani tøma hana.

 

Dagførd: 29. september 2005

 

Upp aftur...