Hví sleppi eg ikki inn?
|
| Fleiri nýggjar teldur hava ein Firewall installeraðan, ið kann roynast t.d. í 90 dagar.
Uppgávan hjá einum Firewall, er at tryggja at bert ávís forrit sleppa til
internetið. Hesi forrit er tey mest vanligu, ið verða nýtt til at lesa m.a.
heimasíður og post. Av tí at FirstClass klienturin ikki er eitt av hesum
forritum, mást tú geva honum loyvi at samskifta við internetið. Herundir
verður greitt frá, hvussu tú kanst loysa henda trupulleika við Norton
Internet Security sum dømi. |
| Fyrstu ferð tú roynar at fáa samband við FirstClass við klientinum, kemur ein ávaring fram:
Vel
Tillad altid.... |
 |
|
Hevur tú av óvart valt
Bloker altid...
kanst tú loyva FirstClass ígjøgnum við at velja Konfigurer á framsíðuni:
 |
| Vel
varðakortið Programmer, trýst á Tilføj og finn fcc32.exe
undir C:\Programmer\FirstClass.
 |
| Nú
hevur tú givið FirstClass loyvi at sleppa ígjøgnum tín Firewall.
Onnur Firewall forrit virka
á sama hátt, sum her er greitt frá. Munurin er bert, hvussu forritið sær út. |
|
Dagførd:
20. oktober 2005 |