Til forsíðu...
Forsíða Firewall
 

Hvussu sleppi eg inn?

Skriva brúkaramerkið

og loyniorðið

og trýst á Login.

 
Navnið á fíluni, har uppsetingin er goymd (vanliga home.fc). Navnið á FirstClass servaranum. Her skal brúkaramerkið skrivast (dømi: hj2106f9) Her skal loyniorðið skrivast. Her kanst tú goyma brúkaramerkið og/ella loyniorðið. Trýst her fyri at broyta uppseting. Trýst her fyri at logga á skipanina.
                            Vilt tú vita meira?                Trýst so á økið á myndini, ið tú vilt vita meira um.

Góð ráð

Skjótasti mátin at skifta millum millum teigarnar er, at trýsta á teigaran og, tá ið liðugt er at fylla út, á innknappin.
 

 

Hjálp

Fíla
Navnið á uppsetingarfíluni
Tænastuveitari
Her skal standa: fc.skulin.fo 
Onnur dømi: fc.skolekom.dk, fc.attat.gl
Uppseting
Her verður ásett hvør tænastuveitarin skal verða. Er vanliga ásett.
Brúkaramerkið
Er samansett av forbókstøvum í for– og eftirnavni, føðidato, einum tilvildarliðum bókstavi og einum tali – ólíka hjá mannfólki, líka hjá konufólki. 
Dømi: hj2106f9 = Hans Jacobsen f. 21/6
Loyniorðið
Er fýra tekn, har annað ella triðja tekn er eitt tal.
Dømi: r4fd
Brúkarin kann broyta loyniorðið.

Gev gætur:
Oftani taka fólk feil av o og 0 ella i og 1. Um so er, sleppa tey ikki inn, men mugu royna aftur.
Goym
Trýst á goym, um tú vilt hava telduna at minnast brúkaramerkið og/ella loyniorðið.
Gev gætur:
Goymir tú loyniorðið eisini, fáa øll sum hava atgongd til telduna, eisini atgongd til tín post.
Um onkur av misgávum hevur goymt brúkaramerkið og loyniorðið, strika tað so og trýst á goym aftur.
Login 
Her skalt tú trýsta, eftir at brúkaramerkið og loyniorðið er skrivað.
 

 

Dagførd: 20. oktober 2005

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Upp aftur...