Til forsíðu...
Forsíða Upp
 

Lokatíð fyri postkassan

Brøv, ið koma í postkassan, fáa eina lokatíð uppá 200 dagar. Tá ið lokatíðin er farin, verður brævið strikað av skipanini. Hetta er ein standard lokatíð, ið tú kanst broyta soleiðis:

Høgraklikk á MailBox og vel Tilladelser. Í Meddelelses udløbstid (dage) skrivar tú dagatalið.

Lokatíðin er galdandi fyri MailBox og allar mappur harí.

Velur tú Aldrig, mást tú sjálv strika postin, so at postkassin ikki bólgnar upp til markið, ið er á 50 Mb ella 4096 brøv. Fert tú upp um markið, ber ikki til longur at senda brøv.

Lokatíð fyri einkult brøv

Ætlar tú tær at goyma brøv út um lokatíðina,  ber til at leingja tíðina.

Tú kanst leingja lokatíðina við at høgraklikkja á brævið og velja Egenskaber.

Undir Udløbsperiode kann tíðarskeiðið leingjast, t.d. setast til Aldrig.

Eisini ber til at taka avrit av brøvunum og goyma tey á telduni.

 

Dagførd: 06. oktober 2005

Upp aftur...