Til forsíðu...
Forsíða Upp
 

Kann eg angra eina striking?

Tað kann koma fyri, at tú av óvart kemur at strika eitt skriv ella eina mappu. Tað ber til at fáa tað strikaða aftur, um tú gert skjótt av. Hvørja nátt verða strikaði skjøl burturbeind úr skipanini, men áðrenn hetta er hent, ber til at fáa tey aftur.

Velur tú Vis, Vis slettede emner kemur ein ímynd av eini ruskspann við brævið. Høgraklikkir tú á brævið og velur Fortryd sletning, hevur tú fingið brævið aftur.

Taka sent bræv aftur

Um tú angrar, at tú hevur sent eitt bræv til eina e-post adressu í Samhøll, kann brævið takast aftur. Hetta ber bert til, um móttakarin ikki hevur opnað brævið.

Tú tekur brævið aftur við at høgraklikkja á tað og velja Fortryd send. Nú kemur eitt hvítt flagg fram, ið merkir, at brævið ikki er sent.

Legg til merkis, at tað ber ikki til at taka brøv aftur, sum eru send til "fremmandar" postskipanir (so sum post.olivant.fo)

 

Dagførd: 29. september 2005

 

Upp aftur...