| Frískúlin við Hoyvíkstjørn | Telefon | Fax | Fartelefon | E-postur |
| Hoyvíksvegur 56B | +298 313260 - 313266 | +298 313257 | + 354 6617515 (Ísland) | sdaskuli@olivant.fo |
| FO-100 Tórshavn | ||||
| Frítíðarskúlin Tjørnin | +298 313266 | +298 213266 | tjornin.fritidarskuli@gmail.com |
Tíðindi
Nýggjastu tíðindini finnur tú her.
Nýggjastu tíðindini frá Frítíðarskúlanum finnur tú her.
Myndir frá fyrsta skúladegi í 1. flokki sært tú her.
...................................................................................
Vælkomin á heimasíðuna hjá Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.
Vit leggja dent á at hava eina einfalda, men nýtiliga heimasíðu.
Heimasíðan er fyrst og fremst ætlað foreldrunum og næmingunum á skúlanum, men øll kunnu sjálvsagt taka lut.
Tit eru eisini vælkomin at geva okkum ummæli og hugskot til heimasíðuna.
Tað er sera einfalt at leita. Tú kanst koma runt í skipanini, hvar tú enn ert staddur / stødd.
Tú kanst eisini fáa eitt yvirlit yvir allar síðurnar við at trýsta á Innihald ("site map").
Glað børn læra best
Glað børn
Ann Mac Leod úr Suðuroyggjum (Hebridunum), ið er tíðindakvinna hjá BBC
í Skotlandi, vitjaði í Føroyum í mai 1999. Hon varð spurd um, hvat hon var
mest hugtikin av á vitjanini í Føroyum. Hon svaraði uttan himpr: "Tað
var vitjanin á Frískúlanum við Hoyvíkstjørn. Ongantíð havi eg upplivað ein skúla við
so glaðum børnum. Tað, eg upplivdi har, er nakað, sum eg
seint fari at gloyma. Hatta eru glaðastu skúlabørnini, eg havi
upplivað".
Ann Mac Leod í samøðu við Jan Müller í Sosialinum
6. mai 1999 um vitjan sína í Føroyum og á Frískúlanum við Hoyvíkstjørn.
Copyright © Frískúlin við Hoyvíkstjørn. All rights served.