Til forsíðu...
Forsíða
 

Ljóð í brøvum og skjølum

Við FirstClass klientinum ber til at spæla inn ljóð. Ljóðið verður fest við brævinum og verður spælt av, tá ið brævið verður latið upp.

Upptøkurnar verða stúgvaðar soleiðis, at ljóðfílurnar fylla sum minst. Ein minuttur fyllir umleið 233 Kb.

Upptøka

Stovna eitt vanligt bræv. Síðani velur tú Rediger, Indsæt, Indsæt lyd...

Nú kemur upptakarin fram. Trýst á reyða knøttin, og byrja at tosa beinanvegin. Tá ið liðugt er, trýstir tú aftur á reyða knøttin.

 

Nú er eitt viðfesti komið fram undir upptakaranum. Viðfestið er ljóðfílan, ið verður send við brævinum.

Trýst á grøna knøttin og kanna eftir, at alt er komið við á upptøkuna. Er upptøkan ikki í lagi, strikar tú hana og gert eina nýggja.

Avspæling

Tá ið brævið verður latið upp, kemur avspælarin fram, og ljóðið verður spælt av:

 

Við avspælaranum ber til at spæla av og steðga á, sum tær nú hóvar. Ein skrullari er undir ljóðmyndini, ið vísir hvussu langt, tú ert komin. Við skrullaranum ber til at flyta seg í ljóðmyndini soleiðis, at tú fært spælt júst tað pettið, sum tú vilt hoyra. Til høgru er ein vísari, har tú kanst stilla ljóðstyrkina.

Avspælarin kemur altíð fram, tá ið viðfestið er ein ljóðfíla av slagnum wave ella mp3.
Hetta hendir eisini, hóast viðfesti ikki er spælt inn við FirstClass.

Dagførd: 20. oktober 2005

Upp aftur...